Ummæli ??????
Tutl
Summir bólkar gera tað best, tá teir brúka nógvar tímar við at taka upp í studio. Men so eru aðrir bólkar, sum rokka somikið nógv, at teir gera tað væl í studio, men gera tað uppaftur betri live. 200 eru tað seinna av hesum
Tí er tað eisini øgiliga væl hóskandi, at teir júst hava givið eina live-fløgu út. Fløgan, ið eitur »200 Decibel« varð upptikin, tá 200 framførdi á Roskilde festivalinum í 2006.
Má upplivast í núinum
Tað eru tvær orsøkir til, at eg haldi, at ein bólkur sum 200 ger tað best live.
Tann fyrra er, at slíkur punkrokkur má upplivast í núinum. Tað er ikki tí, at studiofløgurnar hjá teimum ikki eru feitar ella spontanar, men hendan livefløgan er bara uppaftur feitari og meira spontan, tí alt á henni hendir beint har og beint tá, teir stóðu á pallinum á Roskilde fyri gott og væl tveimum árum síðani. Tað ger heildarinntrykkið rátt, beinrakið og ræðuliga hart.
Tann seinna orsøkin er, at 200 og kanska serliga forsangarin Niels A. Galán hava ein stuttligan, provokerandi humor. Tað kemur framm ígjøgnum tekstirnar í ein ávísan mun, men ongantíð so væl, sum tá Niels sleppur at sláa seg leysan framman fyri einari kókandi fjøld. Tað skemtið og tann provokatiónin, sum mann upplivir á livekonsertum hjá teimum, er nevniliga komið við á hesa livefløguna. Og tað er eitt stórt pluss í sær sjálvum, tí boðskapurin fer frá at bara vera politiskt provokerandi til at verða tað uppá ein stuttligan, sarkastiskan máta við frágreiðing um tekstirnar og/ella skemti millum sangirnar.
Heildin er framúr
»200 Decibel« er sett saman av nøkrum av bestu løgunum frá teimum trimum studiofløgunum, 200 hava givið út higartil. Tað gongur skjótt fyri seg; teir tríggir Niels, Mikael Blak og Uni Árting rokka og fresa, alt teir kunnu, og fólkið elskar tað. Løg sum »Tað einasta góða«, »Muscleman Blað«, »Fjern den klud«, »Sig ikki nei, Kaj« og »Drotningavitjan« saman við rópandi og skrálandi fjøldini, gjøgnumtreingjandi Elvis-ljóðinum í røddini hjá Niels, fjolli og harcore punkrokki ger »200 Decibel« til eina framúr góða live-fløgu, sum avgjørt hevur uppiborið á fáa seks stjørnur. Væl gagnist.