Fýra javnleikir í fimm teimum seinastu dystunum

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í FC Shkupi hava torført við at vinna dystir fyri tíðina

Fyri fjórðu ferð seinastu fimm dystirnar í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini leiktu Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í FC Shkupi javnt. 

 

Í dag leikti Shkupi javnleik 0-0 á útivølli móti Voska Sport. 18. februar vann Shkupi 3-0 á Voska Sport á heimavølli.

 

Hetta er triðju ferð seinastu fýra dystirnar, at Shkupi stendur við javnleiki 0-0. So tað knípur hjá Shkupi at skora mál og at vinna dystir fyri tíðina. 

 

Shkupi er næstfremst í deildini við 48 stigum. Struga hevur eisini 48 stig, men Struga hevur dyst móti Rabotnicki á útivølli í morgin, og tá kunnu teir koma upp á 51 stig.

 

Shkendija er trý stig aftanfyri Shkupi við 45 stigum. Sileks á fjórða plássinum hevur 35 stig, so stríðið um meistaraheitið er millum Struga, Shkupi og Shkendija. 

 

Sunnudagin 31. mars tekur Shkupi móti Vardar á heimavølli.

 

Jóan Símun fer nú at hugsavna seg um dystirnar hjá landsliðunum móti Liktinstein í Marbella 22. mars, og móti Danmark á leikvøllinum í Brøndby 26. mars