Fløgan er knasandi góð

- Hetta er so mildur, eymur og hjartanemandi sangur, sum fólk heilt avgjørt fara at taka til sín, sigur Jenis av Rana

Jenis av Rana var ein teirra, sum komin var at lýða á í Miðlahúsinum hósdagin, og vit spurdur hann, hvat hann heldur um hesa útgávu.
- Jú, hesin sangur og vitnisburður grýpur í hjartað. Sangurin er so mildur, eymur og hjartanemandi.
Jenis sigur, at hann nú fyrstu ferð hoyrdi tittullagið, "Samfelag við hann", og ásannar, at hetta var heilt fantastiskt.
- Tað er sjáldan, tú hoyrir eitt lag, sum tú soleiðis beinanvegin verður gripin av, men tað varð eg altso hesaferð. Hetta er ein knasandi góð fløga, sum eg onga løtu ivist í, at fólk fara at taka til sín.
Hann heldur, at Heini heilt avgjørt hevði staðið seg sum gospel-sangari í útlandinum.
Jenis nevnir eisini Alex Bærentsen, sum hann heldur hevur eina "guðgivna" rødd, ið hann rópar tað, men Heini stendur einki aftanfyri. Teir syngja bara á hvør sín hátt  og við hvør sínari rødd.
- Eg haldi, at Heini hevur eina heilt ótrúliga góða, heita og milda rødd, og tá ið hann syngur, gerst hann ein partur av sanginum. Heini borgar avgjørt fyri kvaliteti, sum Jenis tekur til.
Hann heldur, at Oddbjørg Poulsen eisini hevur eina bleyta og hjartaliga rødd.
- Hetta er ein knasandi góð fløga, har har øll, sum við eru, hvør á sín hátt gera fløguna til tað, hon er, sigur Jenis av Rana at enda.