Jólini eru í hondum, og nógvar fløgur eru komnar og koma framvegis.
Tutl hevur givið út fløgu við danska klaverleikarnum Alice Testrup , ið spælir Debussy. Fløgan nevnist Préludes, Livre I&II.
Fløgan er tikin upp í september 1999 í Mantzius-Gården Kulturcenter og er stuðlað av Solistforeningen af 1921.
Eisini er fløgan Minnismyndin Kær ein av fløgunum, ið er komin út. Rakul Bærendsen stendur fyri hesi útgávu, saman við Magna Christiansen. Her eru sangir og løg eftir Alex Bærendsen, Flóvin Tyril og Svenning av Lofti.9 løg eru á fløguni hjá Rakul og Magna. Rakul hevur sjálv verið framleiðslustjóri.