Atlantsflog hevur gjørt av at leingja summarflúgvingina til Bergen, so hon røkkur fram til endan av oktober.
Tað sigur Magni Arge, stjóri. Hann sigur, at tá Airbus-flogfarið varð sett í flúgving, so minkaði oljukostnaðurin fyri hvønn ferðandi, og nýggj porísskipan varð sett í gildi.
Hesi átøk síggjast ikki aftur í úrslitinum hjá felagnum fyrr enn í øðrum ársfjóðringi, sigur Magni Arge, sum leggur afturat, at Airbusflogfarið í høvuðsheitum fer at verða brúkt á leiðini til Danmarkar, men í summar skal tað eisini flúgva beinleiðis til Barcelona.
?? Sjálv flúgvingin við Airbus-flogfarinum hevur riggað sær væl, og ferðafólkini hava verið fegin um flogfarið. Vit gleða okkum til næstu avbjóðingarnar bæði viðvíkjandi rutuflúgving og leiguflúgving, sigur Magni Arge.
?Serliga Noreg sum stendur fyri tørni í næstum, tí Atlantic Airways fer at flúgva alt árið til Bergen.
?? Felagið hevur gjørt av at leingja summarflúgvingina til Bergen, so hon røkkur fram til endan av oktober. Í vetur er ætlanin at flúgva umvegis Bergen á farleiðini til Billund tvær ferðir um vikuna, sigur Magni Arge.