NSÍ-Skála 2-5 (0-3)
Fótbóltur
Skála hevur seinnu árini havt eina heldur umskiftiliga tilveru, sum annað hvørt hevur verið sum oddalið í triðju deild, ella botnlið í aðru deild. Undan hesum árinum varð tó sagt, at nú skuldi vend koma í. Nýggjur venjari varð fingin til vega, og hóast tað enn er nakað tíðliga at meta um endaliga úrslitið, so fekk liðið undir øllum umstøðum eina dreymabyrjan.
Javnt spæl
Skála vann nevnliga ein tryggan 5-2 sigur á runavíkingunum, og eitt skifti var støðan fimm-null til gestirnar, so eftir hesum at døma var talan um ein sera sannførandi sigur.
Sjálvir halda teir á Skála tó ikki, at tølini tala somikið týðiligt í hesum førinum.
- Eg haldi, at talan var um ein hampuliga javnan dyst, men munurin millum liðini var tann, at vit vóru nógv effektivari.
Soleiðis sigur Kaysten Rasmussen, sum sjálvur setti punktum fyri málskjótingini hjá Skála, tá hann í seinna hálvleiki skoraði fimta skálamálið. Hann heldur annars, at hóast NSÍ hevði bóltin nógv, so skaptu teir so at siga ongar møguleikar, og uttan hesar er sjálvandi torført at fáa mál.
Ananrs høvdu Pauli Hansen og Bogi Gregersen (2 mál) sent gestirnar á sigurskós í fyrra hálvleiki, meðan Alexandur Johansen og so Kaysten Rasmussen syrgdu fyri málunum í seinna hálvleiki. Tá var alt at kalla avgjørt, og hóast Bergur Djurhuus og Áki L. Hansen fingu minkað um munin, so kom sigurin hjá gestunum ongan tíð í vanda.