Flísin hjá samgonguni - bjálkin hjá Bill og Jenisi

Johan Petersen
_________

Í blaðgrein finnast Bill Justinussen og Jenis av Rana at samgonguni, fyri at hava tveitt 20 mió. kr. burtur í samband við miðnámsskúlan í Suðuroy. Men at teir sjálvir hava verið við til at tveita 1.500 mió kr. burtur í samband við fastfrysting og niðurskurð av blokkinum, tykist ikki at nerva teir.
Um dagarnar hava Bill Justinussen og Jenis av Rana blaðgrein, har teir harðliga harta samgonguna fyri at hava tveitt burtur 20 mió. kr. í samband við, at miðnámsskúlin verður fluttur úr Vági til Hovs.
Men Jenis av Rana og Bill Justinussen, sum tá vóru ávikavist tingmaður og landsnevndarformaður og seinni landsstýrismaður Miðfloksins, vóru saman við tásitandi fullveldissamgongu við til at fastfrysta og skera blokkin niður við 366 mió kr. um árið ella við 1 mió kr. hvønn dag í árinum.
Blokkniðurskurðurin og fastfrystingin higartil kostað uml. 1.500 mió kr.
Higartil hevur blokkniðurskurðurin kostað føroyska samfelagnum 1.281 mió kr. og fastfrystingin einar 200 mió kr. Ella samlað uml. 1.500 mió kr.
Men tað ringasta av øllum er, at fastfrystingin og niðurskurðurin standa við, og koma framyvir at kosta føroyska samfelagnum óhugnaligar upphæddir.
Soleiðis kemur blokkniðurskurðurin í 2010 at hava kostað okkum 3.294 mió kr., í 2020 kemur hann at hava kostað okkum 6.954 mió kr. osfr. Harafturat kemur fastfrystingin.
Bill og Jenis eru ikki varir við bjálkan hjá sær sjálvum
Hóast eg ikki dugi at síggja tað geniala í, at flyta miðnámsskúlan úr Vági til Hovs - ein skúli eigur vælsaktans at liggja, har stór fólkakonsentratión er - má sigast, at tær 20 mió kr. hjá samgonguni eru sum flísin, meðan rullandi milliardirnar hjá Bill og Jenisi (og øðrum fullveldismonnum) eru sum bjálkin, men sum teir ikki síggja.