Marknagilsvegurin, úti við Føroya Handilsskúla, er eitt gott dømi um hvussu eitt vegastrekki eigur at síggja út. Men tá vit koma heim ímóti býnum, eftir ringvegnum, er tann fyrsti fløskuhálsurin har sum niðankoyringin til Villingardalsvegin er. Teir bilar sum visa av til vinstru, niðan á Villingardalsvegin, standa mitt á vegnum, og forða fyri at bilarnir aftanfyri sleppa framvið. Av tí at vegurin er ov smalur á hesum vegamótinum, steðgar øll ferðslan upp, meðan bilar sum skula niðan á Villingardalsvegin bíða eftir at sleppa yvir um vegin.
Allan vegin norðureftir
Sama er galdandi á Hvítanesvegnum, har bilar sum skulu til vinstru, inn á Vegin Langa, standa mitt á vegnum og forða ferðsluni at sleppa framvið, meðan teir bíða eftir at sleppa yvirum vegin. Um vit koyra víðari norðureftir, er á sama hátt tá vit koma til vegin inn á Hjalla. Har eru týðulig bremsuspor á høvuðsvegnum av bilum sum hava bremsa hart upp, fyri ikki at renna á bilar sum standa mitt á vegnum og blinka til vinstru inn á Hjalla. Tað sama er galdandi í Kollafirði, Hósvík, Hvalvík og aðrastaðni við.
Lætt at broyta
Teir, sum koyra hesar stóru bilar, eru av tí avgjørdu fatan, at tað átti at verið lætt at gjørt nakað við hesar fløskuhálsarnar, sum t.d. á Hvítanesvegnum, í Kollafirði, í Hósvík, Hvalvík o.sv. Um vegirnir blivu breiðkaðir á hesum vegastrekkjum, soleiðis at teir bilar sum koyra norðureftir, og skulu til vinstru, kundu trekt inn á ein bana í miðjuni á vegnum, vóru teir als ikki til hindurs fyri ferðsluna á høvuðsvegnum. Her eru bert tikin nøkur fá dømir, men sama er galdandi nógva aðrastaðni í landinum.