Flagga lágt

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Klárar tú at langa gestum tínum eitt glas, við onkrum í sjálvandi, í hondina, áðrenn 30 sekund eru farin frá tí, tey komu, ert tú ein góð vertinna ella ein góður vertur.

Tað sigur heimskenda pengamaskinan Jamie Oliver, sum byrjaði sum kokkur.

Í Føroyum eru vit tí væl fyri, fyri ikki at siga framúr væl fyri, í hesari ítróttini. Her hjá okkum fáa gestirnir glasið í hondina í sama sekundinum, tey koma. Tey fáa durasnapsin.

Ein óføra góður siður og einasta veruliga positiva heimsmetið, vit eiga.

Jú, men latið okkum so flagga fyri tí. Kanska var tað eisini fyri tí, vit flaggaðu seinasta sunnudag. Spell, at tað júst hendan eina dagin kuldi vera logn, so fløggini ikki sóust, og mjørki, so fløggini ikki sóust.

Tí vit hava nógv at flagga fyri, ikki bara durasnapsinum og sekundinum.

Vit flagga, tí at okkara kirkja er hvørki pedofil ella stupid.

Vit flagga, tí at hóast heilir samfelagsbólkar havi ikki ráð at keypa mat, er eingin deyður í hungri. Vit flagga, tí at tey fátæku kunnu ikki rýma úr paradísi. Tey hava ikki ráð til ferðaseðilin. Og einki mark er fyri armóðini.

Vit flagga fyri okkara dugnaligu, avgjørdu og støðuføstu politikarum, sum vinna veljarakanningar.

Vit flagga fyri tí sosiala rættvísi, at landskassin rindar tríggjar pakkar av blæum um mánaðin fyri pápar í útlegd, og at brøðralagspápar í útlegd uttangarðs hava nossir til at forða fyri, at hetta verður broytt.

Vit flagga fyri teimum stórpseudotíðindum, at á einum stiga frá 1 til 10 halda 5,6 reyðhærdar kvinnur 60+ í Suðuroynni, sum ikki vildu svara, at løgmaður klárar seg væl.

Vit flagga fyri fjórða statsvaldinum, sum so dyggiliga tekur í herðatoppin á hinum trimum statsvaldunum við kritiskum avdúkingum, sum svíða, og lata undirhaldsídnaðin eiga undirhaldið í friði.

Vit flagga (og skála í alkoholfríum durasnapsi) fyri teimum, sum turrisliga verja okkum móti sterkum øli.

Vit flagga fyri álitinum hjá Fótbóltssambandinum á landsliðið og eykajáttanini, sum tað sjálvmálið kostaði.

Vit flagga fyri teimum, sum eru so mentað og lisin, at tey vilja stýra landinum eftir einari gamlari bók og ikki eftir tí órógvandi syndafulla veruleikanum.

Vit flagga ikki minst, tí at vit, fólkið í Føroyum, eru serstøk tjóð við okkara egna samleika og alt hatta har, sum skjótt hevur sína serstøku grundlóg, sama hvat hasir skiti danskararnir og løgfrøðingarnir siga. Við lóg, einari lóg, grundlógini, og ikki fleiri øðrum óviðkomandi lógum, skal land byggja.

Vit flagga fyri teimum, sum verja málið í 22 minuttir. Tey, sum hava vart málið og roynt at hildið tí reint í 22 ár og mangt slíkt, fáa verri enn so allar hasar forsíðurnar.

Vit flagga fyri veðurlagsbroytingum, so ikki er frost flaggdagin.

Vit flagga, tí vit eiga eitt flagg, sum er okkara einasti herfongur.

Vit flagga, tí at motorlíggin ikki kappaði tvey prosent av hvørjari flaggstong og hvørjari flagglínu.

Vit flagga 1.mai, tí stættarstríðið fánaði burtur, og láglønt eru enn sum fyrr láglønt.

Vit flagga, tí at Miðflokkurin hevur avdúkað, at ávís fjølmiðlafólk sleppa at brúka almennar miðlar til miðvíst at bera fram persónlig sjónarmið og áhugamál.

Við flagga – á hálvari stong. Tað loysir seg ongantíð at gera ov nógv av. Máti skal vera við øllum, eisini fyri sjálvflagging.

Har fóru 30 sekund og einki glas. Pengamaskinan hevði so nógv at siga, at hann gloymdi glasið.