Mikudagin 26. oktober minntust flatoyringar, at 10 ár eru liðin síðani ta stóru vanlukkuna, tá íð skalvalop rakti bygdina, og 20 av bygdafólkunum lótu lív.
Í hesum sambandi var minningarhald í ítróttarhøllini. Vigdís Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti Íslands, flutti fram røðu, tónleikur og yrkingar vóru framførd, og sóknarpresturin bað eina bøn.
Í kirkjuni kundu fólk halda eina stilla løtu í bøn og minnast tey, ið doyðu.
Hendan dagin hugsaðu Flatoyringar við takksemi um tað stóru gávu, ið teir fingu frá sínum grannum og vinum í Føroyum. Tann vakri bygningur-in, har barnagarðurin Grønigarður heldur til, hevur hesi árini eftir vanlukkuna havt stóran týdning fyri bygdina.
Barnagarðurin var eitt av teimum støðunum, har Vigdís Finnbogadóttir vitjaði.
Flatoyringar takka av heilu huga fyri vinarlag, vísta samkenslu og tann ómetaliga stuðul, sum føroyingar lótu til uppbyggingina eftir skalvalopið í 1995, sigur fyrireikingarnevndin.