Í morgun skriva útlendskir miðlar, at russar í nátt hava framt fleiri álop á ukrainska býin, Nikopol.
Býurin liggur har suðuri í landinum, og lokalir myndugleikar siga, at tilsamans varð lopið á býin átta ferðir.
Leiðarin fyri landspartaráðnum í Dnipropetrovsk, Mykola Luksjuk, sigur, at eingin hevur latið lív í álopunum í nátt.
Sambært útlendskum miðlum, sum eitt nú norska kringvarpið NRK endurgevur, varð ein gassrørleiðing rakt.
- Lopið varð eisini á el-kervið og flutningskervið í økinum, vita útlendskar keldur at siga í morgun.
##med2##