Fleiri bankar kunnu rúka

Í Danmark hevur Fíggjareftirlitið hert eftirlitið við fleiri bankum. Tað skrivar Børsen, sum hevur hugt í skjøl frá samráðingunum um enn ein bankapakka.

Sambært blaðnum heldur Fíggjareftirlitið, at bankarnir eru í vanda fyri at fara av knóranum, tí teir hava at kalla ongar møguleikar at útvega sær pengar innan- ella uttanlands. Tí hevur tað skund hjá politikarunum at finna eina semju um tað, sum verður Bankapakki IV, skrivar Børsen, sum til fánýtis hevur spurt politikarar um innihaldið í tí komandi pakkanum.

Orsøkin til, at tað hevur skund at finna eina loysn, er, at politikararnir vilja sleppa undan einum húsagangi av sama slagi sum í Amagerbankanum og Fjordbank Mors, har eisini vanlig viðskiftafólk mistu nógvar pengar.