Fleiri rúsaðir bilførarar tiknir um vikuskiftið

Um vikuskiftið hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna. Í flestu førum var alt í lagi, men her vóru eisini nøkur mál, sum fáa avleiðingar fyri nakrar bilførarar.

 

Nakrir bilførarar eru tiknir, har kanningar hjá løgregluni vístu, at alt ikki var í lagi, og at førararnir vóru ávirkaðir.

 

Hin seinasti í røðini varð tikin í miðstaðarøkinum seinnapartin í gjár, og her vísti tað seg, at førarin ikki átti at sitið við róðrið í bilinum. 

 

Seinnapartin leygardagin varð ein bilførari steðgaður í Eysturoy, og her vísti alkohol-royndin eisini, at alt ikki var, sum tað átti.

 

Í Havn og í Eysturoy hevur løgreglan tikið tríggjar bilførarar um vikuskiftið, ein í Havn og tveir í Eysturoy, har tað vísti seg, at teir vóru ávirkaðir av rúsevnum.

 

Blóðroyndir eru tiknar, sum vera avgerandi fyri, hvat verður burturúr øllum hesum málum, sum hava við rúsdrekka og rúsevni at gera.

 

Løgreglan hevur eisini kannað fleiri aðrar bilar kring um landið um vikuskiftið, har tað vísti seg, at øll viðurskifti vóru í lagi.