Næstan 19.000 útlendingar ferðaðust um flogvøllin í Keflavík í januar mánaði, og tað var 1.200 færri enn í sama mánaði í fjør. Hinvegin vóru íslendingarnir heldur fleiri. Tølini hjá Ferðaskrivstovuni í Reykjavík vísa, at 12 prosent fleiri bretar ferðaðust til og úr Íslandi í síðsta mánaði enn í januar í 2009, og sambært Morgunblaðnum hava bretar ongantíð verið so væl umboðaðir millum ferðafólk í Íslandi. Hagtølini vísa eisini, at ferðafólkastreymurin til og úr Keflavík í januar var 48 prosent størri enn í januar í 2003.