Granskarar tosa um, at sætta hópoyðingin er í gongd innan heimsins djór og plantulív. Og í stóran mun er hetta orsaka av menniskjanum.
- Vit missa fleiri djórasløg, enn vit hava gjørt áður. Og tey “nýggju” djórasløgini eru ikki nýggj. Tey hava verið har altíð, men vit hava bert ikki uppdagað tey áður, sigur Mads Frost Bertelsen, djóralækni í zoologiska hava í Keypmannahavn og professari í Keypmannahavnar Universiteti við dr.dk.
- Skógarøki og onnur liviðstøð hjá djórum verða tikin burtur av menniskjanum. Tey verða skotin ólógliga og fiskað óforsvarliga, og umhvørvisbroytingarnar oyðileggja liviumstøður hjá teimum, sigur hann við dr.dk.
Og listin yvir útdeyð djór er longri enn vit vita. Summi djóra- og plantusløg doyggja út áðrenn vit náa at seta orð á tey.
- Tað er sera syrgiligt, at náttúruøki og livistøð hjá djórunum verða útruddað áðrenn vit náa at granska djórini og greiða frá teimum. Hetta er serstakliga galdandi fyri minni djórasløg, sigur djóralæknin.
Fimm djórasløg eru her, sum vit skulu ansað serstakliga væl eftir, um tey ikki skulu doyggja út. Hesi eru tó bert nøkur heilt fá av teimum 3000 djórasløgunum, sum eru á listanum yvir serliga hótt djórasløg, skrivar DR.
1 – Golfmarsvíni. Heimsins minsti hvalur er á listanum yvir hótt djórasløg. Tað eru sambært WWF einans 30 djór eftir av hesum slagnum.
2 – Spixara. Blái fuglurin frá eitt nú animatiónsfilminum Rio. Í 2018 doyði tey seinastu fýra fuglanir av hesum slag.
3 – Saola. Hetta djórið var uppdagað í 1992, tá ið eitt høvd við serliga longum hornum varð funnið. Bert nøkur fá hundrað djór eru eftir av hesum slagnum.
4 – Sumatratigarin. Bert 400 tigarar eru eftir av hesum slagnum. Teir búgva á indonesisku oynni Sumatra.
5 – Hvíti nashyrningurin. Í 2018 doyði seinastu hannurin av slagnum, og bert tveir kvennkyns nashyrningar eru eftir. Hetta merkir sjálvsagt, at djóraslagið í veruleikanum er útdeytt.
Kelda: dr.dk