Í minsta lagi 20 fólk lótu lív í einari sterkari spreinging við eina fýrverksverksmiðju í Tailandi. Tað upplýsa bjargingarfólk á staðnum, og lokalir miðlar skriva eisini um hendingina.
Spreingingin fór fram í landslutinum, Suphan Buri, sum liggur í ein útnyrðing úr høvuðsstaðnum, Bangkok.
Sambært lokalum miðlum hevur forsætisráðharrin, Srettha Thavisin, gjørt viðmerkingar til ógvusligu hendingina.
Srettha Thavisin hevur givið lokala guvernørinum í landslutinum boð um at hava eftirlit við vanlukkustaðnum og loysa avbjóðingarnar, sum stóðust av spreingingini.
Myndir, sum bjargingarfólk hava lagt út, vísa, at verksmiðjan, har spreingingin fór fram, er farin í knús.
Tíðindastovan NTB skrivar eisini um spreingingina í Tailandi, sum í minsta lagi kostaði 20 fólkum lívið.
##med2##