Jonhard Joensen greiðir frá. 5. partur av greinarøð í samband við Team Rynkeby blað í Vikuskiftissosialinum
- Eg kom í samband við krabbamein sum 14-15 ára gamal, tá ein bert 18 ára gamal granni fekk sjúkuna. Annað beinið mátti takast, men hann doyði kortini, einans 21 ára gamal.
Les eisini: Hanna Thorleifsson (1.partur)
- Eg gav mær ikki so nógv far um hetta tá, men síðani hevur krabbin rakt fleiri, sum standa mær nær. Eg kann nevna abba mín, sum doyði av krabba 68 ára gamal, og konu farbróðir mín, sum mátti geva upp 58 ára gomul. Eftur hana sótu maður og 2 børn. Tað hevði stóra ávirkan á mínar tankar um ymisk lívsviðurskifti.
Les eisini: Steinfinnur Mittelstein (2.partur)
- Hinvegin má eg eisini greiða frá um ein vinmann, sum 39 ára gamal bleiv sjúkur av blóðkrabba, og var faktist var meira livandi enn deyður í nakrar dagar. Øll væntaðu tað ringasta - uttan vinmaðurin sjálvur! Meðan vit heima í Føroyum bíðaðu eftur teimum ringastu boðunum úr Danmark, stríddi hann seg til at blíva betur fyri, og nú er hann frískur!
Les eisini: Tummas Joensen (3. partur)
- Í januar 2013 fekk mamma mín staðfest krabbamein í bróstinum. Hon bleiv send til Íslands har hon fekk stráluviðgerð. Hon hevur nú fingið at vita, at hon er frísk!
Les eisini: Magnus K. Magnussen (4. partur)
- Orsaka av hesum royndum eri eg glaður um at kunna verða vil til at gera mun fyri tey, ið verða rakt av hesi álvarsligu sjúku.
(Lagt til rættis: Sjúrður Skaale)