Fleiri fáa bót

Parkeringsvørðarnir í Tórshavnar kommunu gera vart við, at tað eru fleiri sum hava misskilt okkurt við tíðaravmarkaðu parkeringini.

Síðan tíðaravmarkaða parkeringin á Skálatrøð og á parkeringsøkinum við J. Paturssonargøtu byrjaði, eru tað fleiri sum hava misskilt hvussu parkeingsskivan skal stillast, siga parkeringsvørðarnir í býnum.


Tað er nevniliga soleiðis, at á Skálatrøð er tíðaravmarkaða parkeringin 8 tímar, millum kl 9 og 18.

Um ein bilur t.d. verður settur har kl. 6. um morgunin, skal parkeringsskivan stillast á kl 9, tá tíðaravmarkaða parkeringin tekur við.


Nógv hava fingið bót, og klagur koma dagliga til politistøðina, tí nógv fólk skilja ikki, at tey fáa bót, tá tey hava parkerað bilin og stilla parkeringsskivuna sum vanligt. Parkeringsvørðarnir siga, at um skivan ikki verður stillað rætt, verður tað roknað sum skeiv parkering og parkeringsbót verður givin.