Fleiri fólk býgva í Havn – betri trívast kvinnur og ung

Innlegg á Kvinnufelagsfundi um miðbýin 5. november 2012

Eg havi fyrst valt at spyrja: Hvat fær kvinnur til betri at trívast í Keypmannahavn enn á bygd?

Orsøkin til at kvinnur trívast betri í Keypmannahavn er tí, at í Keypmannahavn eru fleiri og fjølbroyttari størv til kvinnur enn á bygd. Og í Keypmannahavn eru fleiri aktivitets- og tænastutilboð.

Orsøkin til at tað eru fleiri størv og tænastutilboð til kvinnur er, at fleiri fólk búgva í Keypmannahavn, og tey búgva tættari.

Fleiri fólk, sum búgva tætt, skapa fleiri tænastustørv og aktivitets- og tænastutilboð til kvinnur.

Vit fáa kafeir, restauratiónir, frisørsalongir, handlar, serhandlar, vælverustøð, biografar, sjónleikarhús, list, designfyritøkur, reklamuvirki og eina rúgvu av øðrum tænastu- og aktivitetstilboðum og arbeiðsplássum, sum ikki eru á bygd. Somuleiðis hava býir fleiri størv til vælútbúgvin fólk.

Sum kunnugt fáa fleiri kvinnur í dag hægri útbúgving enn menn.

Tí gevur tað meining, at vit byggja tættari og fáa fleiri fólk at búgva innan fyri Ringvegin og í miðbýnum. Eg síggi miðbýin sum alt frá hospitalinum niðan í Gundadal og oman á Skansan, og tað sum er innan fyri hesa linju.

So sum eg síggi tað, kunnu væl fleiri búgva innan fyri Ringvegin. Í tí økinum eg búgvi í frá læknamiðstøðini í Jónas Broncks niðan til statskassan, yvir í Lon og oman á politistøðina búgva kanska 50 fólk í dag. Í hesum øki kundu sambært arkitekti saktans búð upp móti 500 fólk um byggingin var skipað øðrvísi. Hugsið tykkum, hvørjar tænastur vit høvdu fingið í Jónas Broncks, um tað búðu fleiri fólk í økinum.

So vit mugu skipa okkara bý og bústaðarseting øðrvísi, um vit vilja hava kvinnur og ung at búseta seg her.

Tað er sera týdningarmikið, at vit leggja eina ætlan fyri, hvussu og hví vit skulu broyta miðbýin, áðrenn vit í smáum fara at broyta her og har.

Ein broyting av miðbýnum má leggjast væl til rættis. Tórshavnar kommuna má seta tíð og neyðuga peningin av til at leggja ætlanina fyri miðbýin.

Vit brúka uttan trupulleikar milliónir til einstøk hús til ymisk endamál. Her snýr tað seg um at leggja eina ætlan fyri hjartað í Havnini og eisini hjartað í Føroyum. Tað mugu vit seta neyðuga peningin av til.

Tað er týdningarmikið at allir borgarar verða hoyrdir og eru við í tilgongdini at broyta miðbýin, um broytingin av miðbýnum skal eydnast væl.

Fyrst mugu vit spyrja: Hvat slag av lívi ynskja vit í miðbýnum.

Er tað blinkandi New York stemning, vit vilja hava? Er tað “Strøjið” vit vilja hava? Er tað mentan og list, vit vilja hava? Er tað shoppingsentur? Hvussu høgt skulu vit byggja og hvat av tí gamla ynskja vit at varðveita? Er tað breiðar bilgøtur vit vilja hava? Eru tað grøn frípláss vit vilja hava? Vilja vit hava fleiri ung í býin? Vilja vit hava eitt universitet í býnum?

Spurningarnir eru nógvir og skulu svarast væl áðrenn farið verður undir broytingarnar.

Eg fari at mæla til, at Tórshavnar kommuna fyrst í komandi ári fer at halda eina ráðstevnu um økis- og býarmenning. Henda ráðstevna skal svara spurningunum um, hvat skal verða í býnum, hvussu vit skipa bústaðir, handlar, skrivstovur, arbeiðspláss, havnir, parkeringsøki, tilhaldsstøð og ferðsluna til og frá miðbýnum.

Eftir ráðstevnuna mugu vit seta ein fakligan bólk at arbeiða saman við býráðnum og borgarunum um miðbýarmenningina. Kanska kundu nøkur av hesum fólkunum verið tey somu, sum gjørdu ætlanina hjá Hans Mortensen. Tann ætlanin er ein tann mest spennandi ætlanin vit leingi hava sæð fyri miðbýin.

Vónandi fara fólk at taka undir við einari bæði vísindaligari og fólksligari tilgongd til broytingina av miðbýnum.

Eg fari at enda við at siga, at jú fleiri fólk búgva í Havn og innan fyri ringvegin, jú betri fara kvinnur, ung og fólk sum heild at trívast!