Ein 18 ára gamal maður hevur skotið fleiri fólk á einum studentaskúla í Finnlandi Í fyrstani ljóðaði, at tilburðurin hevði kravt tvey mannalív, men tey seinastu tíðindini siga, at minsy sjey fólk eru deyð.
Løgreglan hevur ikki sagt so nógv enn, men sum skilst var tað ein 18 ára gamal maður, sum brádliga fór at skjóta inni í einari skúlastovu í studentaskúlanum í býnum Tusby.
Finskir fjølmiðlar siga, at alvápnaðir løgreglumenn kringsettu skúlan, og at byrsumaðurin er millum tey deyðu.