Ein av fyrstu døgunum fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið, har eitt endamál er at lækka kringvarpsgjaldið hjá smærri, og miðalstórum fyritøkum. Samstundis skal kringvarpsgjaldið hjá fyritíðarpensjónistum lækkast, so at tað samsvarar til tað, vanligir pensjónistar rinda.
Tað lovaði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, í løgtinginum í fyrradagin.
Vinnuligar fyritøkur rinda kringvarpsgjald eftir, hvussu stórar lønarútreiðslur tær hava. Tær, sum rinda yvir tíggju milliónir í lønarútreiðslum, rinda 12.000 krónur um árið í kringvarpsgjaldi, og síðani minkar tað so líðandi, alt eftir sum lønarútreiðslurnar minka. Og tær heilt lítlu fyritøkurnar við lønarútreiðslum upp á minni enn 100.000 krónur, rinda einki í kringvarpsgjaldi. Annars er tað ein heilt stórur bólkur av fyritøkum, sum rinda 3.000 til 7.000 í kringvarpsgjaldið um árið.
Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at vinnufyritøkur skulu heilt sleppa undan at rinda kringvarpsgjald. Flokkurin vísir á, at øll rinda kringvarpsgjald heima, og tey halda, at tað er ikki rætt, at tey somu fólk eisini mugu rinda kringvarpsgjald eina ferð afturat á arbeiðsplássunum,
Men tað uppskotið varð felt í løgtinginum í fyrradagin. Umboð fyri samgonguna vístu á, at samgongan er samd í at kringvarpsgjaldið er ov dýrt hjá smærri fyritøkum, og ætlanin er at lækka tað. Og ein av fyrstu døgunum fer Høgni Hoydal at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta kringvarpsgjaldið, har eitt endamál er at lækka gjaldið hjá smærri fyritøkum.
Men tað merkir so eisini, at Kringvarpið fer at missa inntøkur, og umboð fyri samgonguna staðfesta, at tað verður eisini neyðugt at finna útvegir fyri, hvussu tað holið skal fyllast, tí tey eru ikki við upp á at máa fíggjarliga støðið undan stovninum.
Onkrir politikarar halda eisini, at tað er órímiligt, at kommunur skulu rinda so nógv í Kringvarpsgjaldið. Kristin Michelsen, uttanflokkatingmaður, og borgarstjóri á Tvøroyri, upplýsti, at Tvøroyrar Kommuna hevur akkurát fingið eina rokning upp á 63.500 krónur í kringvarpsgjaldi fyri teir stovnar, kommunan hevur. Gerhard Lognberg, sum hevur sæti á tingi fyri Sambandsflokkin, er eisini borgrstjóri í Skopun, og hann upplýsti, at Skopunar komman rindar 17.000 krónur um árið í kringvarpsgjaldi.
Men teir fingu einki lyfti um, at gjaldið hjá kommunum, verður lækkað. Hinvegin halda fleiri løgtingsfólk, at tað er ikki annað enn rímiligt, at bæði vinnulív, og kommunur, rinda sín part av tí, Kringvarpið kostar at reka. Tey ivast eisini í, um gjaldið hjá kommunum og vinnuni er hækkað, sum heild, tí tey hava altíð rinda kringvarpsgjald.