Í november mánaði í ár hava tilsamans 9.711 fólk ferðast um flogvøllin í Vágum. Hetta er
8,7% fleiri enn í november mánaði í fjør, tá ið talið var 8.936 ferðafólk, sigur flogvøllurin í tíðindaskrivi.
Fyrstu 11 mánaðarnar, frá januar til november í ár, hava 156.564 fólk
ferðast um flogvøllin. Hetta er 2,3% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá
tilsamans 153.073 fóru og komu um flogvøllin.
Høvuðsfarleiðin er enn sum áður, rutan ímillum Føroyar og Danmark.
À Danmarkarrutuni er vøksturin í ferðafólkatalinum higartil í ár 5,4%.
Men á rutunum til Íslands og Stórabretland er harafturímóti talan um eina minking upp á ávikavist 1,3% og 27,8%.
Í november í ár hava verið tilsamans 376 komu og fráferðir og tað eru 5,1% færri enn í november í fjør.
Men taka vit alt árið í ár, eru komin og farin higartil, 4.646 flogfør.
Hetta er ein minking uppá 4,9% í afturímóti í fjør.
Fyribilstølini fyri post og farm annars, vísa, at í november í ár vóru 23,8
tons av farmi flutt loftvegis móti 35,4 tonsum í november í fjør. Hetta er
ein minking upp á 32,8%.
Flogposturin hevur eisini verið fyri afturgongd svarandi til 10,0%, frá 53,0
tonsum í november í fjør til 47,7 tons í november í ár.
Ein frágreiðing til hetta kann vera, at orkuføri til post og farm hevur
verið minni, nú bert eitt flogfelag røkir hesa tænastuna.