Fleiri flogfeløg hava áhuga fyri Føroyum

2017 er longu eitt søguligt ár í føroyskari flogsøgu eftir, at Logonair og SAS hava boðað frá, at tey byrja nýggjar rutur úr Føroyum. Sostatt er greitt, at Atlantic Airways missir monopolið, ið flogfelagið hevur havt á Føroyarutuni síðan Faroejet gavst at flúgva í 2006.


Men hóast talið av flogfeløgum sostatt verður trífaldað í 2017, so minkar tað ikki fyri áhugan hjá øðrum feløgum, upplýsir Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.


- Tvey onnur útlendsk flogfeløg hava spurt um at fáa í lag ein fund við okkum. Harumframt hava vit hoyrt tos um eitt flogfelag, ið einans skal flúgva frakt, sigur stjórin á flogvøllinum.


Jákup Sverri Kass er ikki bangin fyri, at tað verða ov nógv flogfeløg í Føroyum, men samanlíknar støðuna við hana hjá Aalborg Lufthavn.


- Hetta er ketsjuppeffektin, og Aalborg Lufthavn er eitt gott dømi. Tað var ein lítil og meiningsleysur provinsflogvøllur, tá ein nýggjur stjóri tók við. SAS, ið var einasta flogfelagið við rutu tik Aalborg, ávaraði nýggja stjóran um, at einki grundarlag var fyri fleiri flogfeløgum, og hótti at pakka saman, um nakað annað felag byrjaði eina rutu, sigur Jákup Sverri Kass, og leggur afturat.


- Eftir fimm ár eydnaðist at fáa Norwegian at byrja eina rutu til Aalborg, og í dag flúgva sjey flogfeløg til flogvøllin, harímillum SAS. Tað vísir seg, at kakan verður størri, tí fólk ferðast meira. Eg vænti tað verður tað sama í Føroyum, og eru tað nógv stór lond í Evropa, ið enn einki samband hava við Føroyar, sigur Jákup Sverri Kass.