Fleiri fosturtøkur í Føroyum nú enn hesi seinastu árini

Men tað eru framvegis nógv færri fosturtøkur í Føroyum enn í nøkrum øðrum av Norðurlondunum

Í fjør vórðu 32 fosturtøkur í Føroyum. Tað upplýsir Hagstovan. Hetta er nakað fleiri enn tað hevur verið vanligt hesi seinastu árini, har miðaltalið hevur verið um 25 fosturtøkur um árið. Nú er talið á fosturtøkum umleið tað sama sum tað var fyri 10 árum síðani. Tað er tó framvegis nógv lægri enn øll árini frá 1980-unum og fram til 2004.

 

##med2##

 

Hetta er ein stór broyting, tá ið hugsað verður um, hvussu tað hevur verið. Seinni helvt av 1980-unum var talið á fosturtøkum av tí mesta og tá vóru um 80-85 fosturtøkur um árið, men fyrru helvt í nítiárunum minkaði tað niður móti 60 fosturtøkum um árið. Seinast í nítiárunum minkaði tað aftur niður um 50 fosturtøkur um árið. 

 

Eftir aldarskiftið vóru tær um 40-45 um árið.  Eftir 2010 vóru tær um 30 um árið og síðan 2015 hava tær verið umleið 25 fosturtøkur um árið.

 

Nú er talið á kvinnum í burðarførum aldri nógv broytt hesi árini, og tað er føðitalið eisini Men eisini tá vit rokna eftir føðitalinum, er gongdin tann sama og hon er, at talið á fosturtøkum er fellandi.

 

Í áttatiárunum vóru umleið 110 fosturtøkur fyri hvørji 1000 livandi fødd bøtn, í fjør var tað 46,9, og hesi seinastu árini hevur tað annars ligið verið upp aftur væl lægri, heilt niður í 29 fosturtøkur fyri hvørji 1000 livandi fødd børn.

 

##med3##

 

Og framvegis er tað so, at talið á fosturtøkum í Føroyum er nógv tað lægsta í Norðurlondum Av tí at tølini eru smá, kunnu sveiggini vera stór frá ári til ár. Tó er gongdin greið, og tað er, at sum heild hevur talið á fosturtøkum verið fellandi, eisini tá ið tað verður eftir hvussu nógv børn verða fødd livandi. 

 

Í Føroyum er títtleikin, sum sagt, 46,9 fosturtøkur fyri hvørji 1.000 livandi fødd, samanborið við 200-300 í hinum Norðurlondunum. Undantikið í Grønlandi, ið er í serstøðu.