Fleiri handtøkur eftir álop á konserthús í Moskva

- Ein av teimum trimum handtiknu er russiskur ríkisborgari, veit tíðindastovan Reuters at siga.

Russiska trygdartænastan, FSB, hevur handtikið trý fólk aftrat eftir hópskjótingina í einum konserthúsi nærindis Moskva hin 22. mars. 

 

Hetta veit tíðindastovan Reuters at siga í dag.

Sagt verður, at ein av teimum trimum handtiknu er russiskur ríkisborgari, og hini bæði hava sín uppruna og ríkisborgararætt í Miðasia.

Sambært FSB hava tvey av fólkunum flutt pengar til keyp av vápnum og akfari, sum vórðu brúkt í álopinum.

 

- Hin triði persónurin skal hava verið við til at fáa fólk at fremja álopið og til at fíggja tey, sum framdu álopið, veit Reuters at siga í dag.

 

Fleiri enn 140 fólk lótu lív í álopinum á konserthúsið, og eitt enn størri tal av fólki fingu løstir.