Støðugt fleiri útlendingar, sum sigla við skipum hjá danska reiðarínum Mærsk, eru fyri óhappi umborð. Tey seinastu hagtølini vísa, at arbeiðsskaðarnir við útlendingum vóru meiri enn tvær ferðir fleiri í fjør enn í 2008. Í fjør vórðu 102 tilburðir fráboðaðir ímóti 50 árið fyri, skrivar Berlingske Business.
Formaðurin í fakfelagnum CO-Søfart, Ole Philipsen, sigur við blaðið, at tey seinastu árini eru støðugt fleiri útlendingar komnir umborð á Mærsk-skipini og tilsvarandi færri danir, arbeiðstrýstið er vorðið størri, og kanska er tann serligi Mærsk-andin við at fara í søguna, sigur hann.
-Hetta kunnu vera orsøkir til, at vit síggja støðugt fleiri arbeiðsóhapp umborð á skipum hjá Mærsk. Gongdin er ikki tann sama hjá øðrum donskum reiðaríum, sigur Ole Philipsen við Berlingske Business.
Henrik Sloth hjá A.P. Møller - Mærsk sigur við blaðið, at felagið hevur broytt fráboðanarskylduna í sambandi við óhapp, og tað heldur hann vera orsøkina til, at tilburðinir fylla meiri í hagtølunum.
Hann leggur afturat, at reiðaríið leggur stóran dent á at útbúgva teir fremmandu sjómenninar, sum koma umborð á Mærsk-skipini.