Fleiri húsarannsóknir í Klaksvík

Trý fólk eru handtikin í samband við eitt narkomál.

Politiið hevur í dag gjørt fleiri húsarannsóknir í Klaksvík í samband við eitt narkomál.

 

3 fólk - ein kvinna og 2 manns -  í aldrinum 30 til 50 ár vóru handtikin og skuldsett í málinum. Kvinnan og tann eini maðurin eru leyslatin aftur, meðan tann ein maður framvegis situr til avhoyringar.

 

Avmarkað nøgd av rúsevnum og ymisk amboð, ið verða brúkt til rúsevnir bleiv funnið í samband við húsarannsóknirnar, skrivar løgreglan í dag.