Fleiri "kaskettar" á høvdinum

- Við tað, at hetta er ein lutfalsliga lítil deild, hava vit allir fleiri “kaskettar” á høvdinum, sigur deildarleiðarin hjá Norðoya Sparikassa í Fuglafirði.

Eftir 1. mai verður, sum kunngjørt í gjár, alt virksemið hjá Norðoya Sparikassa í Eysturoy savnað í Fuglafirði. Stovnurin leggur tó dent á, at tey framvegis fara at veita viðskiftafólkum kring alla oynna eina góða og kappingarføra tænastu.

 

Tá deildin í Saltangará letur aftur, fer Norðoya Sparikassi at hava tilsamans tríggjar deildir, ávikavist í Klaksvík, Fuglafirði og í Havn.

 

In.fo vitjaði á deildini hjá Norðoya Sparikassa í Fuglafirði í síðstu viku. Her vórðu vit væl móttiknir, og her var hugnaligt og innbjóðandi, og teir tríggir á deildini henda dagin, Heri Lamhauge, Petur Pauli Mikkelsen og Poul Jákup Mohr, deildarleiðari, vóru blíðir og fyrikomandi.

 

Uppgávurnar á eini bankadeild kunnu vera ymiskar, og eitt nú er ikki óvanligt, at eldri fólk koma inn á deildina í Fuglafirði at biðja um hjálp til netbanka.

 

- Vit hava eina góða tænastu, og vit vilja fegin hjálpa viðskiftafólki við teimum spurningum tey hava. Tað er komið fyri, at fólk eru komin inn á gólvið við telduni, eins og tað eisini er komið fyri, at okkara fólk enntá hava verið úti hjá viðskiftafólki og hjálpt teimum við netbankanum.

 

Poul Jákup Mohr helt fyri, at tað hevur nakrar fyrimunir fyri viðskiftafólk, at stovnurin er í nærumhvørvinum.

 

- Kanska kunnu vit siga, at vit her í Fuglafirði eru eitt sindur meira bygdasligir enn aðrir peningastovnar. Við tað, at hetta er ein lutfalsliga lítil deild, hava vit allir fleiri “kaskettar” á høvdinum.

 

Deildarleiðarin segði, at allir eru teir kundaráðgevar og gera tað mesta av tí, sum verður gjørt á einari deild sum hesari.

 

- Hinvegin hava vit somu funktiónir her í Fuglafirði, sum Norðoya Sparikassi annars hevur. Deildin hevur eisini sjálvtøku, pengar á deildini til úttøku og ymiskan valuta, segði Poul Jákup Mohr.