Fleiri klipp givin í koyrikort

Politiið í norðurøkinum hevur verið úti um seg í ár at ansa eftir, at trygdarbeltir verða nýtt.

 

Í februar í ár hava 10 skúlapatruljir verið framdar, og í alt eru nýggju klipp givin í koyrikorti hjá førarnum, tí børn undir 15 ár ikki hava sitið í trygdarbelti. Eisini vórðu fýra bøtur givnar fyri manglandi koyrikort og trygdarbelti hjá vaksnum.

 

Teir hava eisini verið úti í morgun og kanna morgunferðsluna við skúlan á Skála. Har blivu trý klipp givin til førarar fyri ikki at hava tryggja, at børn undir 15 ár nýttu trygdarbelti.