Enn eitt umfar av sperraðum kortum er í gongd – hesafer eru tað fyrst og fremst danir, sum eru í vanda fyri at kortini verða misnýtt, men eisini nøkur føroysk kort eru stongd.
Nets hevur stongt 13.000 donsk kort í seinastuni, og í hesum sambandi eru nøkur føroysk kort í millum.
Talan er tó ikki um eina líka umfatandi atsøkn, sum var fyri fáum vikum síðani, tá meira enn 1000 føroysk kort vórðu sperraði.
Hesuferð eru tað fyrst og fremst donsk kort sum eru í vanda fyri misnýtslu, sigur Carl Herup Olsen, fyri felagið fyri peningastovnarnart.
Seinast snúði tað seg fyrst og fremst um føroysk kort.
- Um tú vil tryggja tær, at kortið er í lagi, kanst tú fara inn á netbankan og hyggja, sigur Carl Herup Olsen.