Fleiri mál um vikuna

Tá Predrag Prsic fekk seinasta orðið á rættarfundinum týsdagin, helt hann fyri, at málið um nevaleikin í Vági var farið púrasta yvir gevind

Fótbóltur

 

- Eg vil bara siga, at eg ikki var upphavið til hetta rokið. Sum tað er komið fram í frágreiðingunum í dag, so varð eg provokeraður. Og síðan gjørdu sjónvarpsmyndirnar sítt til, at málið er yvirdrivið langt út um tað vanliga.

- Er hetta tað, sum tú vilt við fótbóltinum, so er tað tað. Hevur løgreglan hug at hyggja eftir videoupptøkum frá øllum dystunum, sum verða spældir hvørt vikuskifti, so hava vit eini 3-4 mál av hesum slagnum um vikuna, og tá fær hetta ongan enda. Eg havi sjálvur verið vitni til eina hending, har Dmitri Jankovic endaði á sjúkrahúsið. Tann hendingin var eisini víst, men einki hendi við málinum. So eg haldi, at tað er eitt sindur tilvildarligt, at akkurát mítt mál verður tikið upp.

-Læt meg at enda siga, at eg havi virkað innan fótbóltin mest sum alt mítt lív. Og seinastu 16 árini havi eg verið venjari burturav. Og ongan tíð í mínum lívi havi eg verið revsaður fyrr. Sum venjari hevur tú eisini ábyrgdina av einum spælarahópi, eins og ein lærari hevur fyri flokkinum hjá sær. Og ein næmingur eigur ongan tíð at bera seg at, sum spælarin hjá EB/Streymi gjørdi.

 

Var trýstur

Soleiðis segði venjarin hjá VB/Sumba millum annað, tá hann fekk seinasta orðið, áðrenn dómarin í Føroya Rætti fór at viðgera, hvørt talan skuldi gerast um revsing ella frídøming í málinum, sum ákæruvaldið tók upp, eftir at venjarin hevði sligið Hans Paula Samuelsen í seinastu minuttunum av dystinum millum VB/Sumba og EB/Streym tann 5. august í ár.

Ivamál var ongan tíð um, at venjarin hevði sligið spælaran. Tann parturin varð prógvaður við upptøkunum, sum vórðu vístar í 3-2.

Hinvegin vildi verjin partvíst prógvað, at venjarin gjørdi hetta eftir at vera groft provokeraður av spælaranum.

Í hesum sambandi bað verjin dómaran minnast til, at talan var um dyst, har venjarin var undir stórum trýsti. Skuldi VB/Sumba lívbjarga sær í fremstu deildini, so kravdi taðein sigur hendan dystin. - Eftir 16 minuttum kom liðið eisini á odda, men seinastu løtuna gekk galið. Fyrst javnar EB/Streymur, og tá teir í evstu løtu skoraðu sigursmálið kennist tað hjá venjaranum, sum um fellur allur hansara heimur til jarðar, segði Jógvan Páll Lassen, millum annað.

Sjálvur greiddi ákærdi frá, at hann kendi seg ógvuliga niðurgjørdan.

- Tað, sum hendir, er, at teir koppa dystinum til egnan fyrimun í evstu løtu. Hans Pauli leggur upp til málið, men heldur enn at fara oman í hornið, har viðspælararnir feira málið, rennur hann móti beinkinum hjá okkum. Eg skilji ikki, hvat hann rópar, men eg síggi, hvussu okkara mans á beinkinum reagera. Og tá hann so eisini ger ymsar rørslur móti okkum, kenni eg meg ógvuliga niðurgjørdan.

- Sjálvandi veit eg, at tað var skeivt, sum eg gjørdi. Men eg vildi bara steðga honum í tí, sum hann gjørdi, segði Predrag Prsic millum annað.

 

Myndatxt

Skíggjamynd frá SvF