Kynsmunurin í tilflytingini ger, at nú eru fleiri menn enn kvinnur í fólkavøkstrinum.
Tað vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
1. november var fólkatalið í Føroyum 50.358 fólk, og tað vóru 662 fleiri fólk enn fyri júst einum ári frammanundan.
Av vøkstrinum í fólkatalinum eru nakað fleiri mannfólk enn konufólk, 344 menn samanborið við 318 kvinnur.
Hetta er ein broyting í rákinum, sum hevur verið, tí kvinnurnar høvdu yvirvág í fólkavøkstrinum.
Munurin sæst týðiligast í nettotilflytingini, har tað vóru 239 mannfólk og 185 konufólk síðsta 12-mánaðarskeiðið.
Deyðatalið er áleið tað sama hjá báðum kvinnum, men í føðitalinum eru 36 fleiri gentubørn enn dreingjabørn. Men av tí, at menn hava greiðan mun í nettoflytingini, verður úrslitið tilsamans, at í fólkavøkstrinum hetta 12-mánaðarskeiðið vóru 26 fleiri mannfólk enn konufólk.