Samlaða talið av skrásetingum av nýggjum akførum í Føroyum fyrra hálvarið í 2002 vísir á ein vøkstur á 12,34 %, samanborið við fyrra hálvárið í 2001. Harafturímóti er samlaða talið av innfluttum brúktum akførum fallið vð 22,2 %.
Hetta gevur eina greiða ábending um, at føroyingar vilja keypa sær nýggjar bilar, heldur enn brúktar.
Á Auto-Shine í Klaksvík selja tey einans brúktar bilar, og hava tey gjørt tað í í fleiri ár. Í stuttari viðmerking siga tey við Sosialin, at hóast hagtølini frá Bileftirlitinum siga, at færri innfluttir brúktir bilar eru innfluttir í ár, so hevur hetta tó ikki merkt søluna hjá teimum nakað serligt.
- Men tíðirnar í dag eru so góðar, og eingin trupulleiki er við at vega sær fígging til keyp av nýggjum bili. So sjálvandi veksur hetta eisini um innflutningin av nýggjum akførum her í landinum, sigur eitt av starvsfólkunum hjá Auto-Shine.
Hann leggur tó afturat, at á Auto-Shine selja teir einamest týskar bilar av góðum og kendum merkjum. Hetta eru alt bilar, sum oftast eru sera kostnaðarmiklir at keypa, um bilurin skal vera nýggjur, og av tí sama keypa fólk heldur ein gamlan bil av sama merkinum.
Hagtøl fyri skráseting av nýggjum akførum fyri JAN-JUN í 2001 og 2002.
JunJunBroytingJan-JunJan-Junbroyting%broyting
Akfaraslag20022001Jun 01/02200220012001/20022001/2002
Brandbilar101101100,00%
Bussar505927350,00%
Hýrubilar6151688100,00%
Lastbilar220128450,00%
Leguvognar0003300,00%
Motorsúkkla01-1422100,00%
Neyðsendakfar10132150,00%
Persónbilar168185-178517638811,53%
Smábussar01-117-6-85,71%
Viðfestivognar1411360382257,89%
Vøruvognar30228160164-4-2,44%
Samlað2272234112099712312,34%
Harumframt er samlaða talið av innfluttum brúktum akførum í fyrra hálvári 2002: 200 í mun til 2001: 257, tvs. ein afturgongd uppá 22,2%.
Samlaða skrásetingin av nýggjum og brúktum akførum í fyrra hálvári 2002 var sostatt: 1320 akfør í mun til fyrra hálvár 2001: 1254, ella ein vøkstur uppá 66 akfør, svarandi til 5,3%.
Bileftirlit Føroya