Fleiri nýggj akfør skrásett

Tað er ein lítil øking í tølum av skrásettum nýggjum akførum í fyrsta ársfjórðingi í ár.

 

Samanborði við fyrsta ársfjórðing í fjør, so er er talið á nýggjum skrásettum akførum økt við 31 akførum ella 3.63%.

 

Tað er ein stór øking í motorsúkklum. 14 skrásettar í ár, í mun til fimm í fjør. Ein øking á 180%.

 

Tað eru eisini tvífalt so nógvir kampingbilar skrásettir fyrsta ársfjórðing í ár, fýra í ár í mun til tveir í fjør.

 

Tað eru eisini færri nýggir persónbilar skrásettir í ár, 646 higartil, í mun til 667 sama tíðarskeið í fjør.

 

Alt yvirlitið sæst her