Fleiri nýggj andlit

Frælsur ítróttur: Tað vóru aftur í ár fáir luttakarar til FM í frælsum ítrótti, men fleiri av luttakarunum, ið luttóku fyri fyrstu ferð, fingu avbera góð úrslit

Árliga afturvendandi tiltakið inni á Svangaskarði er Føroyameistarakappingin í frælsum ítrótti.

Frælsur ítróttur er ein ítróttagrein, har tú skuldi trú at nógvir luttakarar høvdu hug at royna seg í teimum mongu greinunum, men eins og árini frammanundan vóru fáir luttakarar, umleið 40.

Alt ov ofta síggja vit í føroyskum ítrótti, at tað eru tey somu, ið skulu taka sær av tí praktiska hvørja ferð, og ofta eru tey ov fá eisini. Hetta merkti eisini kappingina á Svangaskarði, har eini 2-3 fólk stóðu fyri allari praktiskari fyrireiking. Úrslitið av slíkum er altíð, at kappingin verður ov langdrigin við nógvari spilltíð, og tað fær ikki áskoðararnar at støðast.

Men annars var hetta ein góð kapping, har vit sóu nógv góð úrslit, eisini frá fólki, sum eru ókend innan frælsa ítróttin.


Kúluvarp

Fyrsta kappingin var kúluvarp. Hjá monnunum var tað ikki óvæntað Heri Ziska, sum setti sín dám á kappingina, og hjá kvinnunum var tað aftur í ár Ingibjørg Poulsen, sum greitt hevði leiðsluna alla tíðina.

Úrslitini í kúluvarp vórðu:

Menn:

1. Heri Ziska, Bragdið12,26 m

2. Finn Hansen, SÍ10,61 m

3. Heini Hátún, Dropin10.29 m

4. Hallgrim Hansen, Dropin9,89 m

5. Poul Guttesen, Bragdið9,81 m

6. Axel Joensen, NÍF8,98 m

7. Fróði Madsen, Bragdið8,17 m

8. Bjørn Kunoy, Bragdið6,92 m

9. Jákup Fjallsbak, Bragdið6,73 m

Kvinnur:

1. Ingibjørg Poulsen, Bragdið9,05 m

2. Jensia Lamhauge7,54 m

3. Randi Kúrberg7,36 m


100 m

Í 100 m renningini hjá monnum vóru 2 innleiðandi heat, har vinnarin í hvørjum heati og annars teir 4 við bestu tíðini komu víðari til finaluna.

Hjá kvinnunum vóru bert 4 luttakarar, so har var beinleiðis finala.

Úrslitini gjørdust:

Menn:

1. Nicolaj Falck, NÍF11,4

2. Heini Hátún, Dropin11,5

3. Finn Hansen, SÍ11,8

4. Hallgrim Hansen, Dropin11,9

5. Fróði Skúvadal, VÍF12,0

6. Fróði Madsen, Bragdið12,1

Kvinnur:

1. Jana Jacobsen, Miðvágur14,9

2. Ingibjørg Poulsen, Bragdið15,9

3. Jensia Lamhauge, Bragdið17,3

4. Lis Johannesen, Strendur


400 m

Í 400 m rennikappingini varð bert kappast hjá monnum, tí ongin kvinna hevði teknað seg til kappingina.

Har gjørdist úrslitið:

1. Magni Mouritsen, Tórshavn53,8

2. Heini Hátún, Dropin54,7

3. Finn Hansen, SÍ57,7

4. Heri Joensen, Strálan1.08,8

5. Mass Anthoniussen, Strálan1.13,0


800 m

Menn:

1. Magni Mouritsen, Tórshavn2.07,6

2. Evald við Garð, Dropin2.08,2

3. Leif Hansen, NÍF2.12,2

4. Sølvi R. Hansen, Roysnið2.12,9

5. Bjørn Kunoy, Bragdið2.18,7

6. Thorleif E. Petersen, Treystið2.27,8

7. Massi Anthoniussen, Strálan2.41,1

8. Knút Dalsgarð, Bragdið2.55,9

Kvinnur:

1. Jana Jacobsen, Miðvágur2.40,7

Tíðin hjá 13 ára gomlu Janu er triðjbesta tíð nøkur føroysk kvinna hevur runnið!


5000 m

Longu teinarnir í renning vísa seg at vera væl umtóktir í Føroyum. Flestu rennikappingarnar eru á longru teinunum, og eisini í hesari kappingini vóru fleiri luttakarar, 9 hjá monnunum og 2 kvinnur.

Úrslitini gjørdust:

Menn:

1. Guttorm Sørensen, Treystið16,25

2. Rúni Herup Olsen, Bragdið17,05

3. Bogi Joensen, Treystið17,31

4. Kaj Olsen, NÍF

5. Martin Jóannesarsson, Roysnið18,49

6. Sámal Hansen, Roysnið19,30

7. Eskild Norðbú, Treystið

8. Harry Hansen, Roysnið20,09

9. Regin Jóannesarsson, Roysnið22,19

Kvinnur:

1. Sunneva Bjarnastein, Bragdið19,50

2. Rigmor N. Joensen, Bragdið19,54


Longdarlop

Longdarlop var tann kappingin, sum hevði flestar luttakarar, 13 menn og 3 kvinnur.

Úrslitini gjørdust:

Menn:

1. Finn Hansen, SÍ5,57

2. Magni Mouritsen, Tórshavn5,22

3. Fróði Madsen, Bragdið5,16

4. Fróði Skúvadal, VÍF4,97

5. Hallgrim Hansen, Dropin4,95

6. Heri Hansen, Dropin4,90

7. Evald við Garð, Dropin4,73

8. Torleif Eyðun Petersen, Treystið4,67

9. Kristian Hansen, Strálan4,37

10. Jákup Fjallsbak, Bragdið4,31

11. Axel Joensen, NÍF4,28

12. Mass Anthoniussen, Strálan4,25

13. Knút Dalsgaard, Bragdið3,40

Kvinnur:

1. Jana Jacobsen, Miðvágur3,20

2. Randi Kúrberg, Bragdið3,07

3. Ingibjørg Poulsen, Bragdið3,02


Stafettir

At enda vóru bert stafettirnar eftir, 4x100 m renning.

Hjá monnunum vóru 5 lið, meðan bert eitt lið við kvinnum stillaði upp.

Úrslitini gjørdust:

Menn:

1. Finn Hansen, Magni Mouritsen, Fróði Madsen og Bjørn Kunoy48,5

2. Hallgrim Hansen, Evald við Garð, Heini Hátún og Heri Hansen50,2

3. Axel Joensen, Nicolai Falck, Leif Hansen og Brian Hansen51,2

4. Fróði Skúvadal, Martin Hummeland, Jákup Mikkelsen og Joynny Joensen51,5

5. Sølvi R. Hansen, Martin Jóannesarsson, Thorleif E. Petersen og Símun Waag Høgnesen51,7

Kvinnur:

1. Randi Kúrberg, Jensia Lamhauge, Ingibjørg Poulsen og Jana Jacobsen1.02,2

Medaljurnar vórðu latnar av: Brotinum í Saltangará, Farodane og Suðuroyar Sparikassa.

Næsta kapping verður 19. september. Tað er rennikappingin ?Runt Agnið?, sum fer fram á Toftum, har runnið verður 10,5 km.