Fleiri næmingar tíma ikki í 10. flokk

Hesi síðstu seks árini eru áhugin hjá næmingum fyri at fara í 10. flokk, munandi fallin.

Tað skrivar Skúlablaðið.

Blaðið skrivar, at nú eru tað sløk 22% færri skúkanæmingar, sum fara í 10. Flokk, enn tað vóru skúlaárið 2006/2007

Hetta svarar til 141 næmingar.

- Hóast fleiri skúlar kring landið eru farnir at samstarva um 10. flokk, hevur hann ikki líka stóran áhuga og undirtøku hjá teimum 15-16 ára gomlu, sum hann hevur havt, staðfestir Skúlablaðið.

- Skúlaárið 2006/2007 gingu 647 næmingar í 10. flokki. Hetta skúlaárið er talið 506 og í fjør upp aftur minni, 446 næmingar.

Samanborið við 2006/2007 gingu 31 prosent færri í 10. flokki seinasta skúlaár og 21,7 prosent hetta skúlaárið.

Men samstundis sum 10. flokkur missir undirtøku kring landið, er talið á teimum, sum fara 10. flokk í Tórshavnar kommunu, vaksið hetta skúlaárið samanborið við farna skúlaár,

Síðsta skúla ár var 10, flokkur í Havn miðsavnaður í Nám X.

Síðsta skúlaár, sum sostatt var fyrsta árið hjá Nám X, gingu 170 næmingar í 10. Flokk, men í ár eru teir 215 í tali.

- Góða undirtøkan bendir á, at er tilboðið spennandi og tí vilja næmingarnir kanska heldur fara í Nám X, enn at fara á eftirskúla uttanlands.

Annars er næmingatalið í fólkaskúlanum eisini minkað hesi seks árini, men kortini ikki so nógv.

Skúlaárið 2006/2007 gingu 7357 næmingar í øllum fólkaskúlunum kring landið og hetta skúlaárið er teir 7061.

Tað er ein minking upp á fýra prosent.

Næmingatalið er kvinkað eitt sindur upp eftir samanborið við farna skúlaár, tá talið var 6826 næmingar.

Talið á teimum, sum fara í fyrsta flokk, er støðugari. Skúlaárið 2006/07 fóru 684 næmingar í fyrsta flokk, 2007/08 fóru 754 næmingar, 2008/09 fóru 658 næmingar, 2009/10 fóru 725 næmingar, 2010/11 fóru 628 næmingar og hetta skúlaárið fóru 698 næmingar.

Annars hevur gongdn í 10. flokki hesi seinastu skúlaárini verið hendan. ?

2006/07 = 647 næmingar av 7357 = 8,8%

2007/08 = 553 næmingar av 7273?= 7,6%

2008/09 = 512 næmingar av 7061?= 7,3%

2009/10 = 505 næmingar av 6920?= 7,3%

2010/11 = 446 næmingar av 6826?= 6,5%

2011/12 = 506 næmingar av 7061 = 7,2%