Fleiri nýta trygdarbeltið nú

- nýtslan er hækkað við meiri enn 20% stigum

Í tvær vikur, frá 23. mai til 5. juni 2005, varð skipað fyri átakið at fáa fólk at nýta trygdarbelti. Umframt at lýsa í fjølmiðlunum, vóru eisini plakatir settar upp við vegirnar við áminning um at spenna beltið. Átakið varð gjørt í samstarvi við Landsverk, kommunur kring landið og ikki minst politiið, sum gjørdi rættiliga nógv burtur úr at steðga bilum.

Í vikuni undan átakinum skipaði Ferðslutrygd fyri at gera teljingar kring landið, har nýtslan av trygdarbeltinum varð kannað. Í vikuni eftir átakið, tríggjar vikur seinni, varð talt av nýggjum fyri at kanna, um átakið gjørdi nakran mun.

Sum talvurnar og tølini niðanfyri vísa, kann ikki annað enn sigast, enn átakið gjørdi mun.

Høvuðsstaðfestingarnar eru hesar:
o Miðalnýtslan av trygdarbelti hjá bilførarum hækkaði 27% stig.
o Miðalnýtslan av trygdarbelti hjá vaksnum aftan hækkaði 16% stig.
o Miðalnýtslan av trygdarbelti hjá børnum hækkaði 19% stig.
o Miðalnýtslan av trygdarbelti hjá bilf. í arbeiðsbilum hækkaði 23% stig.

Hækkingin av nýtsluni av trygdarbelti fór fram um alt landið, men serliga í Klaksvík og á Tvøroyri, har støðan frammanundan ikki var góð.

Um teljingarnar

Talt varð undan átakinum, týsdagin 17. mai og eftir átakið, týsdagin 7. juni á hesum støðum: Tórshavn, Runavík, Miðvágur, Tvøroyri, Klaksvík og við landsvegin á Hvítanesi í Suðurstreymoy. Í Miðvági varð tó seinnu ferð talt hin 31. mai. Í Runavík varð talt av nýggjum hin 10. juni og hetta nýggja úrslitið førdi við sær, at neyðugt var at broyta frágreiðingina í tíðindaskrivinum, sum varð almannakunngjørt hin 9. juni 2005.

Talt var tvær ferðir ein tíma: frá kl. 7.45 til 8.45 og frá kl. 15 til kl. 16. Úrslitið omanfyri er grundað eina samanlegging av báðum teljingunum. Tað eru annars nakað fleiri, ið nýta trygdarbelti um morgunin, enn um kvøldið. At enda kann verða nevnt, at við tað, at teljing á landsvegi bert var í einum staði, nevniliga í høvuðsstaðarøkinum norðan fyri rundkoyringina á Hvítanesi, er ikki møguligt í hesum umfari at síggja, um atburðurin á landsvegi aðrastaðni í landinum er øðrvísi.