Ikki so fá valevnir hava skrivað um lendisgøtur í Tórshavnar kommunu, men tó uttan at koma nærri inn á konkretar ætlanir.
Á Argjum er stórur tørvur á at fáa eina betri loysn fyri teir hundraðtals íbúgvarnir undir Kongavarða. Gøtan oman á Glyvursvegin er alt ov brøtt og her er neyðugt at finna eina loysn, so tað gerst tryggari at ganga oman á vegin – eisini hjá teimum, sum t.d. hava barnavogn ella eru illa gongd annars.
Tað sama er galdandi fyri gøtuna av Reynsgøtu og oman til rundkoyringina/brúnna yvirum Sandá, har tað næstan ikki er gangandi hjá eitt nú eldri fólki fyri ikki at tala um í hálku. Harumframt er neyðugt beinanvegin nú at gera fleiri lendisgøtur uppi við Klingurstjørn, so býlingarnir verða samanknýttir á skilagóðan hátt.
Sum heild hevur kommunan seinastu mongu árini lagt orku í lendisgøtur, men hesar skulu eisini viðlíkahaldast og fleiri dømir eru um – eisini uppi í Hoyvík, í Havn og annars eisini í smáu bygdunum í kommununi - at gøtur verða gloymdar og tí ikki koma til sín rætt sum upprunaliga ætlað. Hetta mugu vit gera nakað við, tí hóast talan er um lutfalsliga smáar uppgávur hjá kommununi, sum eisini eru skjótar at avgreiða, so hevur hetta ómetaliga nógv at siga fyri einstaka borgaran, og tískil hevur hetta stóra neiliga ávirkan, tá ið hesi viðurskifti ikki eru í lagi.
Hesi tingini hava sostatt nakað við trivnaðin í nærumhvørvinum at gera og smáu gøturnar, sum hegnisliga knýta býlingar og grannaløg í kommununi saman, hava nógv at siga. Tað skal vera lættari og meira ómakaleyst at lata bilin standa og gera nýtslu av ymisku gøtunum ímillum býlingarnir í Tórshavnar kommunu. Hesum vil eg m.a. arbeiða fyri, um eg fái tín stuðul á býráðsvalinum týsdagin 10. november.