Fleiri ung verða innløgd við koronu

Seinasta samdøgur vórðu staðfestir 1.640 nýggir koronu-tilburðir í Noreg, og tað er næst størsta tal í eitt samdøgur yvirhøvur.

 

Av teimum 1640 nýggju tilburðunum, vóru 548 í norska høvuðsstaðnum, Oslo. Miðaltalið av tilburðum í Noregi seinastu sjey dagarnar er 1385 tilburðir um dagin.

 

Í vikuni fyri var miðaltalið 820. Tað merkir, at smittan í landinum er veksandi.

 

Mikudagin lógu 83 fólk á norskum sjúkrahúsum við koronu. Tað er seks færri enn dagin fyri. 24 av sjúklingunum liggja á intensivari deild, harav 13 liggja í respiratori. 

 

Virkandi heilsustjórin í Noregi, Espen Rostrup Nakstad, sigur við norska kringvarpið, at flestu innleggingarnar eru á eysturlandinum og miðalaldurin á teimum, sum verða innløgd, er lækkaður nakað.

 

Koronu-smittan í Noregi spjaðir seg nú serliga í yngru aldursbólkunum, og í bólkinum 13-19 ár hevur vøksturin seinastu vikuna verið 174 prosent. Eisini millum tey 20-39 ára gomlu veksur smittan nógv.

 

Tað vísir seg eisini, at fleiri og fleiri fólk í góðum - og ungum - árum verða løgd inn á sjúkrahús. Av 173 sjúkllingum seinastu fýra vikurnar, eru 27,2 prosent fólk í aldursbólkinum, 30-44 ár.