Wall Street Journal vil vera við, at fleiri russiskir hernaðarleiðarar eru handtiknir í Moskva. Millum hesar er eitt nú Sergej Surovikin, næstovasti fyri russisku herdeildunum í Ukraina.
Ávísin veit at siga, at í minsta lagi 13 høgtstandandi russiskir leiðarar hava verið til avhoyringar. Haraftrat verður hildið, at umleið 15 leiðarar eru loystir úr starvi ella uppsagdir.
Wall Street Journal sigur, at tey hava hesi tíðindini frá keldum, sum ikki vilja leggja navn til útsagnirnar.
- Handtøkurnar eru framdar fyri at rudda út millum leiðarar, sum russiska stjórnin ikki hevur álit á longur, sigur ein kelda við ávísina.
Sambært Wall Street Journal hevur russiska verjumálaráðið higartil ikki gjørt viðmerkingar til hesar upplýsingar.
Søgur hava gingið um, at eitt nú Sergej Surovikin, ið verður umrøddur sum næstovasti fyri russisku herdeildunum í Ukraina, hevði við Wagner-uppreisturin í juni at gera.
Í endanum av juni visti Financial Times at siga, at Vladimir Putin, forseti, var í holt við at rudda út millum leiðarar, sum stuðlaðu Wagner-herliðunum.