Í minsta lagi tríggir bilar, tríggir bátar og fleiri fólk frá Sea Shepherd komu við Norrønu á Havnina í kvøld. Tað sást í býnum, tá fylgið skapti ferðslutøppar í Havnini.
– Men týsdagin verður tað, sigur Scott West, leiðari hjá Sea Shepherd í Føroyum.
– Tá verður eitt ordans kick-off, og tá byrjar tað av álvara, sigur hann.
Ætlanin var, at tiltakið hjá Sea Shepherd skuldi byrja mikudagin.
– Tað eru ymsar orsøkir til, at átakið ikki byrjaði tá, soleiðis sum tað annars skuldi. Men nú fáa vit teir seinastu snøklarnar upp á pláss, og so kunnu vit vónandi hava ein stóran tíðindafund tá, og fólk fáa høvi at heilsa upp á okkum, sigur Scott West og leggur afturat.
Eftir ætlan skal átakið hjá Sea Shepherd halda fram til 1. oktober, og í hesum tíðarskeiðinum vera tilsamans 600 sjálvbodnir stuðlar frá felagnum staddir í Føroyum. Eini 50 fólk verða her í senn, og í kvøld komu, sum myndirnar niðanfyri vísi, bæði fólk, bilar, kampingbilar og bátar við Norrønu.