Fleiri skip á veg í FAS

Tað eru spennandi tíðir fyri Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina, nú minst sjey skip eru á veg

Í kjalarvørrinum av Fure Tankers tykjast nú fleiri onnur skip á veg inn í FAS.

Fure Tankers skrásetir eitt systirskip til Fure Star í skrásetingini í hesari vikuni, og síðani er ætlanin at skráseta enn eitt skip í september. Men tað steðgar ikki har.

Eitt norskt reiðarí hevur júst skrásett eitt dóttirfelag í Føroyum, og ætlanin er síðani at skráseta eitt skip undir FAS.

Eisini er eitt íslendskt skip á veg inn í FAS, og føroyska reiðaríið, Supply Service, letur trý skip byggja til off-shore vinnuna, sum ætlandi øll skulu skrásetast undir FAS. Fyrsta av teimum verður væntandi skrásett um mánaðarskiftið.

- Tað sær rættiliga út til, at glið er komið á, og at arbeiðið, sum gjørt er seinastu tíðina veruliga ber frukt, sigu Tommy Petersen, stjóri á FAS.

 

Avleiddar inntøkur

FAS leggur nakað av peningi eftir sær í landinum. Skrásetingargjaldið er 110.000 krónur fyri hvørt skip, og hartil kemur eitt tonnaguavgjald, og so tann skattur, sum partafeløgini kasta av sær.

- Men tað er ikki lagt upp til ta stóru inntøkuna frá skipunum beinleiðis. Inntøkurnar skal í stóran mun koma frá avleiddum virksemi, sigur Tommy Petersen.

Hann hugsar serliga um shippingfeløg, sakførarar og aðrar fyritøkur, sum eru tengdar at vinnuni.

- FAS stendur á fíggjarlógini við inntøkum, men ikki útreiðslum. Tað merkir, at vit skulu klára at halda okkara útreiðslur frá egnum inntøkum. Og sigast má, at tað eru spennandi tíðir fyri FAS í løtuni, og komandi hálva árið sær ljóst út, sigur Tommy Petersen, stjóri á FAS.