Skip við neyðhjálp eru vend aftur

Amerikanski hjálparfelagsskapurin, World Central Kitchen, hevur havt til uppgávu at lossa skipini, men eftir álopið mánakvøldið hevur felagsskapurin steðgað hesum arbeiði.

Skip, sum skuldu flyta neyðhjálp, eru vend aftur, eftir at sjey hjálparfólk eru deyð í ísraelskum álopum.

Sambært kypriotiskum myndugleikum eru skip, sum skuldu flyta 240 tons av neyðhjálp til Gaza, vend aftur, eftir at sjey hjálparfólk í Gazageiranum eru deyð í ísraelskum álopum.

 

Tað var mánakvøldið, at sjey hjálparfólk frá felagsskapinum, World Central Kitchen (WCK), lótu lív, eftir at tey høvdu lossað fleiri tons av neyðhjálp úr einum skipi í býnum, Deir al-Baleh í Gazageiranum.

 

Tilsamans trý skip fóru av Kypros leygardagin, eftir at Ísrael hevði givið teimum loyvi at flyta lastina til Gazageiran.

 

Kypros hevur nevniliga havt ein lyklaleiklut í royndini at skipa sjóvegis neyðhjálparflutning úr havnarbýnum, Larnaka á Kypros til Gazageiran.

 

Amerikanski hjálparfelagsskapurin, World Central Kitchen, hevur havt til uppgávu at lossa skipini, men eftir álopið mánakvøldið hevur felagsskapurin steðgað hesum arbeiði.

 

Sambært talsfólkinum hjá kypriotiska uttanríkisráðnum, Theodoros Gotsis, vóru 100 tons lossað úr tí eina skipinum, tá World Central Kitchen steðgaði lossingini.

 

- Skipini høvdu mat og útgerð til meira enn eina millión máltíðir, og millum vørurnar vóru eitt nú rísur, pasta, mjøl og niðursjóðað grønmeti.

 

Tíðindastovan NTB veit í dag at siga, at Ísrael harmast deyðsføllini og hevur lovað at seta í verk eina óhefta kanning av hendingini.

 

 

 

Skip, sum skuldu flyta neyðhjálp, eru vend aftur, eftir at sjey hjálparfólk eru deyð í ísraelskum álopum.