Fleiri skúla­næm­ingar kunnu missa koyri­kortið

Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar á Fuglafjarðarvegnum

Fleiri bilførarar vórðu í gjár tiknir fyri at koyra ov skjótt, tá løgreglan gjørdi ferðmátingar á Fuglafjarðavegnum á strekkinum fram við Kambsdali. Og fleiri komu í felluna, og teir koyrdi rættilga nógv ov skjótt, greiðir vaktleiðarin á politistøðini frá í morgun.

Tríggir bilførarar vórðu máldir fyri at koyra so mikið skjótt, at teir standa til at missa koyrikortið – til eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Teir koyrdu millum 118 og 123 km um tíman. 

Fýra bilførarar koyrdu so mikið skjótt, at teir fáa klipp í koyrikortið. Teir koyrdu millum 105 og 111 km um tíman. 

Tilsamans vóru sjey bilførarar, sum allir eisini umframt revsing við klippi í koyrikortið og treytaða frádøming av koyrikortinum eisini fáa eina bót.

Vaktleiðarin sigur, at í flestu førunum var talan um rættiliga ung fólk, um skúlanæmingar.