Mæla til at kóka drekkivatn í trimum bygdum

- Av tí, at bakteriur eru staðfestar, verða fólk biðin um at kóka drekkivatnið, siga tey í Sunda kommunu

 

Í løtuni verður mælt frá at drekka ókókað vatn úr kranunum í Haldórsvík, Langasandi og við Áir.

 

Tað siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

- Av tí, at bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum, verða fólk biðin um at kóka vatnið.

 

Lagt verður aftrat, at kommunan kemur við nýggjari dagføring, tá vatnið er í lagi aftur.