Spyr um veiðu eftir tunfiski í føroyskum øki

Tingmaður vil vita, hvat er komið burtur ur royndarfiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum øki

Tað er Uni Holm Johannesen, sum hevur sett Jóhan Christiansen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum ein grein 52a fyrispurning um fiskiskap eftir tunfiski.

Ítøkiliga spyr hann soleiðis:

1. Hvat er komið burturúr av royndum og vitan í sambandi við royndarfiskiskapin eftir tunfiski í føroyskum øki?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at skriva út fleiri royndarloyvi eftir tunfiski í føroyskum sjógvi?

3. Hvat krevst fyri, at Føroyar kunnu fáa limaskap og vera limur í ICCAT, sum er altjóða nevndin fyri umsiting av tunfiski í Atlantshavinum?

4. Ætlar landsstýrismaðurin at virka fyri at fáa fleiri kanningar og metingar um, hvussu tunfiskur ferðast í føroyskum sjóøki?

Í viðmerkingum til fyrispurningin vísir Uni Holm Johannesen á, at veiða eftir tunfiski er vanlig um okkara leiðir. Japonsk tunfiskaskip fiska við føroyska markið ein part av árinum, og okkara grannalond veiða somuleiðis tunfisk – eisini nevndur atlantiskur bluefin.

– Í Føroyum hevur ávísur áhugi verið fyri tunfiskaveiðu í føroyskum øki. Um aldarskiftið samstarvaðu føroysk feløg við japonsk skip um royndarfiskiskap, tá tunfiskur var í syðsta partinum av føroyskum øki og vestur móti útsynningshorninum í okkara sjóøki. 

– Seinastu árini hevur Fiskimálaráðið aftur fingið umsóknir um fiskiskap eftir tunfiski. Í 2022 vórðu so lutaðar fýra tilsagnir um royndarloyvi til fiskiskap eftir tunfiski í føroyskum øki. Tvær vóru til størri skip, og tvær til bátar í bólki 5, sigur hann og vísir á, at Føroyar kunnu troyta tilfeingi í føroyskum sjógvi, men tað er millumtjóða felagsskapurin ICCAT, sum umsitur og tekur avgerð um tunfiskastovnin í Atlantshavi. 52 limir eru í ICCAT, men Føroyar hava ikki limaskap.

– Sum skilst, so er allur handil við tunfiski, ið ikki verður veiddur við heimild í tilráðing frá ICCAT, bannaður í øllum limalondunum. Av tí sama tykist limaskapur í hesum felagsskapinum vera fortreyt fyri vinnuligari veiðu eftir tunfiski.

– Fyri at vita, hvat er komið burturúr royndarfiskiskapinum higartil, og hvørjar ætlanir eru frameftir, verða hesir spurningar settir, sigur Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.