Óbodnir gestir í hjalli

Ætlanin var neyvan at stjala kjøt, tó at tað er heyst og flettingartíð - men rúsdrekka

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga um eina hending í Havn, har óbodnir gestir vóru farnir inn í ein hjall.

 

Sambært løgregluni var ætlanin neyvan at stjala kjøt, tó at tað er heyst og flettingartíð - men rúsdrekka.

 

Tann, sum búði har, varnaðist, at okkurt var á vási og boðsendi løgregluna.

 

- Vit fingu fatur á teimum, og tað vísti seg, at hetta vóru ungir dreingir, sum høvdu stolið nakrar øl í part úr hjallinum.

 

Vaktleiðarin sigur, at tíðliga í morgun fingu tey eisini fráboðan um, at eldur var í einum ruskílati við Býarbókasavnið í Havn.

 

- Hóast talan bara var um eitt ruskílat, skuldi ávísur innsatsur til at sløkkja eldin, leggur løgreglan aftrat.