Jana skoraði sigursmálið tá Viborg vann seg í Final Four

Viborg megnaði at knógva favorittunum, Nykøbing-Falster

Leikararnir í Viborg fegnast um fjórðingsfinalusigurin á Nykøbing-Falster (Mynd: Viborg Folkeblad)

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spældu í kvøld fjórðingsfinalu á heimavølli í donsku steypakappingini.

 

Mótstøðuliðið, Nykøbing-Falster hevði eina rættiliga greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum, men Viborg vann dystin 30-29. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14. 

 

Jana gjørdist sigursmálskjútti hjá, tá hon við einum gjøgnumbroti skoraði til 30-29 við bert 24 sekundum eftir á klokkuni.

 

Sostatt skulu Jana og liðfelagarnir royna seg í Final Four, ið verður ein stór avbjóðing og uppliving.  

 

Jana hevði brent tríggjar málmøguleikar áðrenn, og hetta var einasta málið hon skoraði í kvøld. Men sigast má, at hon valdi sær løtuna væl. 

 

Í assistspælinum gekk sum ofta fyrr framúr væl hjá Janu. Í kvøld legði hon upp til seks mál. Og hon vann eisini liðnum eitt  brotskast.

 

 

 

Leikararnir í Viborg fegnast um fjórðingsfinalusigurin á Nykøbing-Falster (Mynd: Viborg Folkeblad)