Tá ferðslupatruljan hjá løgregluna gjørdi kanningar í gjár, vóru fleiri bilførarir skrivaðir fyri brot á ferðslulógina.
Ein varð tikin í Havn í nátt fyri rúsdrekka koyring. Og tá løgreglan gjørdi mátingar í Sundalagnum í gjár, vórðu fimm bilførarar skrivar fyri brot á ferðslulógina.
Ein koyrdi 106 km um tíman við Streymin, har mest loyvda ferðin var 80 km um tíman. Tað gav honum klipp í koyrikortið.
Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra 80 og 82 km um tíman, har ferðin varð niðursett til 60 km um tíman, og ein fekk koyriforboð fyri at koyra 86 km um tíman. Orsøkin til, at viðkomandi fekk beinleiðis koyriforboð og ikki treytaða frádøming av koyrikortinum er tí, at hann er so ungur og ikki hevði havt koyrikortið so leingi.









