Løgreglan avgjørdi klokkan 2:30 í nátt at steingja eitt skeinkistað í Havn og reka øll fólkini á dyr.
Hetta var gjørt, tí at mett varð, at alt ov nógv fólk vóru inni, og at tónleikurin var alt ov harður, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Greitt er ikki enn, hvat eftirspælið verður, men helst verður tað ein bót, og helst verður hildið eygað við júst hesum skeinkstaðnum í framtíðini.
– Tað er heldur ikki uttan orsøk, at tað er ásett, hvussu nógv fólk í mesta lagi kunnu vera inni í einum skeinkistað, sigur vaktleiðarin.









